Meira umráðandi at geva týskarum loyvi at fiska í Føroym?

Tað verður meira tosað um at geva týskum ferðafólkum loyvi at fiska lógliga í Føroyum enn um ringu støðuna hjá Sandoy Seafood, heldur borgarstjórin í Skopun.

Í lesarabrævi gremur hann seg um ringu støðuna í SKipum og sigur seg hava lagt til merkis, at stóri alifyritøkurnar ella uppsjóvarreiðarar hava rætt eina hond til virki á plássum, har teir eru slopnir at brúka firðir og annað.

– Tí fari eg at venda mær til landsins myndugleikar, til løgmann, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, sigur Gerhard Lognberg.

– Var virkið í Skopun ikki partur av aliloyvinum á Sandsvág? Um ikki, so havi eg misskilt okkurt, heldur hann fyri.

Hann sigur seg hava gjørt vart við støðuna, at virkið onga rávøru fær, tá hann hevur verið á tingi sum varamaður, og tá hava bæði Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og Høgni Hoydal, fiskiálaráðharri, sagt seg taka undir við honum.

– Men hví er einki gjørt, spyr hann.

– At einki skuldi falla til Skopunar av menningarkvotuni er heilt ótruligt. Virkið í Skopun hevur tikið ímóti fiski í 51 ár, eigur eitt sovorðið virkið ikki rætt til ráðvøru, spyr Gerhard Lognberg og leggur afturat:

– Ella eigur ein bygd, sum hevur livað av fiski í út við 190 ár, ikki rætt til nakað av rávøru?

– Gevið virkinum í Skopun nakað av botnfiski, so fólkið í Sandoynni sleppur til arbeiðis aftur, sigur hann og spyr eitt sindur sarkastiskt:

– Ella er tað meira umráðandi at lóggeva, so týskarir kunnu fáa loyvi at fiska lógliga í Føroyum? Í øllum førum verður tosað meira um tað. So teir fáa onga bót fyri at hava brotið lógina og fiska ólógliga, men teir fáa nokk bót fyri ikki at hava spann í bátinum...