Meira um Liljuna

Hetta er eitt ískoyti til frásøgnina hjá Byrger Heinesen í Miðvikuni fyri tveimum vikum síðani um tá ið Knørrur sigldi á Liljuna. Byrger greiðir frá:
Knappliga hoyrdi eg ein so ógvu­ligan gang og loypi upp. Tá fer Knørrur drívandi aftur við borð­in­um á Lillie. Hann hevði rent spryt­ið  gjøg­num bjargingar­bátin hjá okk­um.
Allir av manningini komu  bein­­an­vegin upp á dekkið, bæði úr ka­húttini og lugarinum. Eg havi spurt Rudolf  í Garðinum í Klaksvík um standin í lugarinum. Hann greiðir frá, at stýrimaðurin rópti  niður í lugarið og biður menn­inar bjarga sær umborð á Knørr. Hetta fingu sjey mans gjørt, áðrenn Knørrur dreiv aftur við borðinum á Lillie.
  Tann seinasti var Rudolf. Hann sær ketuna, sum gongur frá stevninum fram í endan á sprytinum. Hann loypur á ketuna og hálar seg upp á sprytið. Tað var lættari sagt enn gjørt.  Tað var so nógvur  ísur á sprytinum,   at hann kundi ikki fevna um tað.