Meira um fiskavirkini

Greiningin, sum NOTA hevur gjørt yvir fiskiflota og fiskavirkir, er rættiliga umfatandi og hevur nógv tøl, sum á ymiskan hátt lýsa gongdina. Sosialurin fer í øðrum bløðum at venda aftur til ymiskt av tí, sum er við í greiningini hjá grannskoðaravirkinum

Fiskavirkir

NOTA sigur í síni frágreiðing á, at samanløgdu rakstrartølini yvir átta feløg, sum eru við í teirra greining, vísa, at raksturin síðan 2004 hevur givið hall.
- Stóra afturgongdin frá 2006 til 2007 skyldast einamest stór hall í dóttirfeløgum. Hesi feløg eiga og reka skip í samtakinum.
Sosialurin kann leggja aftrat, at talan í hesm førinum serliga er um P/F Føroya Fiskavirking og P/F Kósina, sum annars misti allar sínar ísfiskatrolarar fyri einum ári síðan, tá hesir vórðu seldir á tvingsilssølu.
Í aðrar mátar vísir greiningin hjá NOTA, at ráfiskanøgdin er svingandi árini 2004-2008, samstundis sum talið av virkjum er minkað.
- Framleiðsluvirðið er hesi árini økt við 23,9%, meðan rávøruútreiðslur og hjálpitilfar eru økt við 42,7%. Bruttovinnnigurin er minkaður við 8,1%.

Aðrir kostnaðir
NOTA vísir á, at starvsfólkakostnaðurin eisini hevur verið svingandi hesi árini, men samanlagt er hann minkaður við 14,9%.
- Eisini hevur posturin ”annar kostnaður”, sum eitt nú fevnir um streymgjald, oljunýtslu, viðlíkahald, reingerð, flutningsgjøld, skrivstovuhald og leigu, verið svingandi og er 14,1% lægri í 2008 enn í 2004.
Grannskoðaravirkið sigur, at úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar er lækkað munandi árini 2003 til 2004, men er síðan økt fram til 2007. Í 2008 lækkaði úrslitið tó aftur við 3,9%.
- Avskrivingar hava verið á nakað sama støði síðan 2004, og eru í 2007 lækkaðar við 0,9% í mun til árini frammanundan. Hinvegin eru rentuútreiðslurnar øktar munandi.
NOTA vísir á, at ársúrslitið hevur verið negativt øll árini, og serliga var afturgongdin stór í 2007.
- Síggja vit burtur frá ávirkanini av skiparakstri hjá nøkrum av hesum feløgum, hevur afturgongdi tó ikki verið so stór, sigur felagið.

Ársverk og løn
Ein talva, sum NOTA hevur við í sínari greining, vísir, at talið av ársverkum í fiskavirkisvinnuni er minkað øll árini frá 2004 til 2008.
- Í 2008 eru soleiðis 160 ársverk færri enn í 2004. Tó skal havast í huga, at talið av virkjum er minkað úr 9 niður í 8.
NOTA vísir eisini á, at árslønin hækkaði árini 2004 til 2005 og hevur annars verið støðug fram til 2007.
- Í 2008 er árslønin tó lægri, enn hon hevur verið nakrantíð áður hesi 5 árini. Samanlagt er miðal árslønin lækkað 1,2% hesi 5 árini, sigur grannskoðaravirkið.