Væl síggi eg, at sambært veljarakanningum, so fyllir bústaðarneyðin nógv mest her fram til býráðsvalið. Hetta skilji eg væl, og tað kunnu ikki vera tvær meiningar um, at her skal okkurt munagott gerast, og tað skjótt. Og eg ivist heldur ikki í, at eitt nývalt býráð vil taka henda spurning fram sum nakað av tí fyrsta. Tað vil eg so gjarna vera við til at gera. Henda spurning vil eg venda aftur til í seinni grein.
Men við allari virðing fyri bústaðartrupulleikunum, so ditti eg mær her at taka fram eitt evni, sum hevur týdning fyri okkara unga ættarlið.
Umframt at okkara børn skulu hava góða skúlagongd, so er tað eisini týdningamikið, at tey hava okkurt uppbyggjandi og gevandi at gera, tá tey hava frí. Tey mugu hava okkurt at fara til, so tey ikki sita passiv heima og spæla eitt nú við playstation og onnur telduspøl. Her spælir ítrótturin ein sera stóran lut. Umframt at læra at vera saman við øðrum, so læra tey, hvat samanhald og felagsskapur hevur at siga. Her gera ymisku ítróttarfeløgini og tess leiðarar eitt stórt arbeiði, men har er okkurt sum kann gerast enn betur.
Nú eri eg mamma hjá tveimum dreingjum, sum spæla fótbólt. Eg síggi væl, hvussu nógv positivt ítrótturin gevur teimum, men tíðin teir fáa til venjingar serliga um veturin, er alt ov lítil. Tá spurt verður, hví so er, so er svarið, at býuin tørvar hallarpláss til nógva íðkandi ungdómin. Vit síggja eisini heilt týðiliga, at børn av bygd, eru ofta munandi betur fyri, hvat venjing viðvíkur enn børnini í Havn, tí tey fáa munandi meira tíð í teirra egnu hallum, og alt gott um tað. Men her eigur býráði at kanna, um ikki umstøðurnar hjá teimum heilt ungu til ítrótt kann gerast enn betri.
Svimjararnir hava gjørt vart við teirra trupulleika í mong Harrans ár, men nú verða so umstøðurnar til svimjing betraðar munandi, nú býráðiði fer undir at gera langhyl við nógvum nýggjum hentleikum. Svimjihøllin hevur eisini stóran týdning fyri tey eldru í býnum, so vit kunnu bara gleðast um, at nú verður brotið upp úr nýggjum uppi í Gundadali. Her hevur sitandi býráð tikið eina rætta avgerð – heilt vist, og eg eri als ikki samd við teimum í býráðnum, sum ikki tóku undir við hesum máli.
Myrka tíðin um veturin er long. Tá er tað sera avgerandi, at tey ungu fáa góðar møguleikar til íðkan av teirra ítrótti. Sum eg skilji tað, so er trupulleikin størstur hjá teimum, sum íðka fótbólt. Her tørvar snøgt sagt hallarpláss, júst sum tað hevur gjørt hjá svimjarunum. Tað kann so ikki vera rætt, at vit hálvavegna tvinga tey til hús til teldurnar og telduspølini, ístaðin fyri at vit geva teimum betraðar møguleikar til aktivan leiklut saman við sínum javnaldrum. Ein likamliga virkin ungdómur trívist nú einaferð betur og klárar seg sambært kanningum eisini nógv betur í skúlanum. So meira hallarpláss til tey ungu í kommununi er mín boðskapur.
Nú eg eri við henda spurning, so kann eg sum sera áhugaður fótbóltsfjeppari ikki lata vera við at nevna, at tað kundi eisini verið ymskiligt, at vit fingu ein innaduravøll til fótbólt í fullum mátistokki. Tá kundi fótbóltur verið spældur á høgum stigi uttan mun til, hvussu veðrið uttanfyri skikkaði sær. Eg ivist heldur ikki í, at hetta vildi hækka støðið enn meira í føroyskum altjóða fótbólti.
Birita Baldvinsdóttir Iversen
Valevni á Lista C