Meira tilvild enn siðvenja

Ongar ætlanir eru um at lata andstøðuni annað um boðið í Norðurlandaráðnum. Talan er ikki um eina siðvenju ? men um reina tilvild, tí samgongurnar altíð hava verið so smalar, sigur Kristian Magnussen, formaður Javnaðarfloksins á tingi

Samgongan fer uttan iva at gera so, sum avtalað er millum samgonguna og Sjálvstýrisflokkin, og velja Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Óla Breckmann úr Fólkaflokkinum í Norðurlandaráðið.
? Kári P. Højgaard hevur sjálvandi ta einføldu uppgávu at tryggja sær og Sjálvsýrisflokkinum so stóra ávirkan sum gjørligt. Og tað er uttan iva orsøkin til, at samgongan og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt avtalu um valbólk, sigur Kristian Magnussen, sum er formaður Javnaðarfloksins á tingi.
Hann heldur als einki løgið vera í, at samgongan velur bæði umboðini í Norðurlandaráðið.
? Hasum síggi eg einki løgið í, og eg dugi illa at síggja, at talan er um eina siðvenju. Tað er nógv meira tilvildin, sum hevur gjørt, at andstøðan so ofta hevur havt annað umboðið, tí samgongurnar hava verið so smalar, sigur Kristian Magnussen.
Hann ivast eisini í, hvussu stóran politiskan týdning ein sessur í Norðurlandaráðnum.
? Norðurlandaráðið er meira eitt forum, har fólk koma saman. Sjálvandi kann tað vera eitt endamál í sær sjálvum, men tey ítøkjuligu úrslitini dugi eg illa at síggja, sigur hann.
Kristian Magnussen veit einki um, at avgerðin um valið til Norðurlandaráðið verður broytt, hóast málið bleiv útsett á tingfundinum hósdagin í síðstu viku. Valið stendur á skránni á tingfundinum í dag, og tá verða uttan iva Kári P. Højgaard og Óli Breckmann valdir limir í Norðurlandaráðið.