Eftir Fish Fair
Sosialurin fer at hava meira tilfar frá altjóða fiskivinnu-og alistevnuni, North Atlantic Fish Fair, sum varð hildin á havnalagnum í Saltangará týsdagin, mikudagin og hósdagin í síðstu viku.
Ein av greinunum, sum eftir er, fer at snúgva seg um maskinverkstaðin, Normek í Gøtu, ein onnur um felags básin hjá Bátafelagnum á Bakka og Forna á Glyvrum og ein triðja um básin hjá Statoil.
Áhugavert projekt
Sosialurin fer eisini at tosa við fyritøkuna, Marel í Íslandi, sum hevði bás saman við formula.fo.
Samrøðan við næst ovasta mannin hjá Marel er ógvuliga áhugaverd, tí her greiðir hesin frá eini serstakari uppgávu, sum fyritøkan hevur fingið í Lofoten.
Marel fekk nevniliga til uppgávu at framleiða eina maskinu til tosk og hýsu, sum "nappar" beinini úr fiskaflakinum.
Hendan maskinan verður nú royndarkoyrd, og úrslitini eru ógvuliga áhugaverd.
Orsøkin til uppgávuna úr Lofoten er, at kinverjar við síni bíligu arbeiðsmegi rættiliga hava tikið kappingina upp við fiskaframleiðarar í eitt nú Noregi.
Neyðugt er tí at gera framleiðsluna bíligari á tann hátt, at færri fólk eru um uppgávurnar.
Størri úrtøka
Í staðin fyri, at fleiri fólk standa og kílaskera, er ætlanin við nýggju maskinuni, at beinini skulu "nappast" úr flakinum.
Úrtøkan í fiskinum er eisini størri, tá ið kílin situr eftir í flakinum ? við ongum beinum.