Meira til medicoteknisk tól

Javnaðarflokkurin legði í gjár uppskot fyri tingið um játtan til endurnýggjan av medicotekniskum tólum á sjúkrahúsunum

? Við nýggjum tólum til sjúkrahúsini ber til at veita eina forsvarliga og betri sjúkraviðgerð, sum umframt at vera neyðug fyri sjúklingin eisini fer at at hava samfelagsligar sparingar við sær.

Hetta er ein av grundgevingum Javnaðarfloksins til lógaruppskotið, flokkurin í gjár legði fyri tingið, um at játta 20 milliónir til endurnýggjan av medicotekniskum tólum til tey trý sjúkrahúsini.

Javnaðarflokkurin vísir í uppskotinum á, síðani kreppan av álvara tók seg upp í føroyska samfelagnum seinast í áttatiárunum, hava tey trý sjúkrahúsini verið fyri stórum rakstrarligum skerjingum. Og harafturat er einki sett av til endurnýggjan av tólum og amboðum annars.


Lurta ikki eftir

Í uppskoti Javnaðarfloksins verður víst á, hóast meting frá Medicoteknisku deildini í sjúkrahúsverkinum sigur, at akuttur tørvur er á íløgum til tólbúnað fyri í minsta lagi 15 milliónir krónur, serliga til Landssjúkrahúsið, og hóast landsstýrismaðurin í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár sigur, at árligi tørvurin til tólbúnað á landssjúkrahúsinum er 10 milliónir krónur, so verður eingin serstøk játtan latin til endamálið. Heldur eingir pengar eru settir av til tól á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Sostatt staðfestir Javnaðarflokkurin, at við fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er ikki møguligt at fremja nakra endurnýggjan av medicoteknisku tólunum í sjúkrahúsverkinum. Samstundis minnir hann á, at fyri umleið tíggju árum síðani vóru mong av tólunum á hædd við tøkniliga støðið á økinum.


Taka ikki í álvara

Flokkurin sigur í uppskotinum, at tá tíðirnar batnaðu, var vón um, at sjúkrahúsverkið fór at fáa lut í øktu fíggjarligu møguleikunum. Men hetta verður ikki hildið hava verið veruleikin í nóg stóran mun, og tí heldur Javnaðarflokkurin, at støðan á fleiri økjum innan sjúkrahúsverið er komin niður á eitt óforsvarligt støði.

? Til dømis er stórur partur av verandi bygningum á Landssjúkrahúsinum í ringum standi, og sjálvt um víst hevur verið á hendan veruleika í áravís, so tykist ikki sum um, at hetta verður tikið í nóg stórum politiskum álvara.

Javnaðarflokkurin sigur, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár síggjast heldur eingi tekin um, at landsstýrið tekur støðuna í álvara. Víst verður á, at so fáir pengar eru settir av til viðlíkahald, umbyggingar og nýbygningin, at nýbyggingin er steðgað samstundis sum verandi bygningar framhaldandi forfalla.

? Tað er trupult hjá løgtinginum at gera nakað ítøkiligt við víðlíkahald og rakstrarligar trupulleikar í sjúkrahúsverkinum, tá landsstýrið ikki raðfestir hesar uppgávur, sum eiga at verða fyrireikaðar í landsumsitingini.


Leggja lunnar

Javnaðarflokkurin sigur at enda, at løgtingið kann, við at taka undir við hesum uppskoti, gera nakað ítøkiligt fyri at leggja lunnar undir endurnýggingina av medicotekniskum tólum innan sjúkrahúsverkið.

? Eitt av sjónarmiðunum, ið hevur verið at hoyrt sum grundgeving fyri ikki at seta meiri pening av til íløgur nú og komandi ár er, at føroyski búskapurin er í so nógv upphitaður, sum er. Men hetta uppskotið førir ikki til økta upphiting av búskapinum, og er tíðin júst nú tann rætta til slíkar íløgur, sigur Javnaðarflokkurin.