Meira tíð saman við børnunum

- Eysturoyartunnilin gevur familjum á Skálafjørðinum, har foreldrini arbeiða í Havn, hálvan annan tíma eyka saman við børnunum.

 

 

Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag?

- Ja, tað fari eg. Eg skal faktiskt til ein jólafrokost í Havn í kvøld, so eg gleði meg til at kunna fara frá húsum 15 minuttir, áðrenn tiltakið byrjar.

Tað sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, sum býr á Strondum.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?

- Eysturoyartunnilin gevur familjum á Skálafjørðinum, har foreldrini arbeiða í Havn, hálvan annan tíma eyka um dagin saman við børnunum. Tað er fantastiskt! 

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Eg arbeiði í Havn og havi familju og vinfólk, sum búgva í høvðusstaðarøkinum, so vit fara heilt sikkurt at brúka Eysturoyartunnilin nógv framyvir, sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá.