Samstarvsavtalan millum Austrian Airlines og Atlantsflog verður væntandi longd við eini viku, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.
Atlantsflog hevur eina tíð latið flogfar og manning til eysturríkska flogfelagið Austrian Airlines. Hendan avtalan verður væntandi longd við eini viku, sigur Magni Arge.
Avtalan kom í lag gjøgnum eitt týskt flogfelag, WDL, sum Atlantsflog áður hevur samstarvað við, tá talan var um øvugt fortekin. Har Atlantsflog stóð og manglaði flogfar, og týskararnir í eini knappari vend hjálptu til.
Nú var tað so, greiðir Magni Arge frá, at týska felagið hevði gjørt avtalu við Austrian Airleine um at flúgva fyri eysturríkarar. Men týskararnir manglaðu manning og heittu tí á Atlantsflog, sum teir jú kendu frá fyrr, um at lata flogternur til hesa flúgvingina.
Tað gjørdi Atlantsflog so. Og samstundis kom upp, at Austrian Airlines eisini manglaði flogfar, sum Atlantsflog kundi lata. Við manning.
?So hetta gjørdist eitt rættiliga gott íkast hjá okkum í eini heldur soltnari tíð, fegnast Magni Arge um.
Atlantsflog fer tann 28. mars undir summarferðaætlanina. Hon líkist nógv henni frá í fjør, sigur Magni Arge.
Nógv meira verður flogið til Danmarkar. Bæði Keymannahavn og Billund. Eitt nú verður flogið tvær ferðir um vikuna til Billund nú beinanveg. Fríggjamorgun og sunnukvøld. Seinni í summar verða túrarnir til Billund fýra ferðir um vikuna.
Eisini verður flogið til Íslands og Grønlands. Til Noregs, Skotlands og til London.
Magni Arge væntar eisini at sleppa at flúgva millum Keypmannahavn og Italia í summar. Tann avtalan er ikki í pottinum enn, men so gott sum, sigur hann. Tað manglar bara undirskriftin.