Meira tíðaravmarkað parkering

Parkeringsskipanin í høvuðsstaðnum verður nú broytt, soleiðis at fleiri parkeringsøki kring býin verða gjørd tíðaravmarkaði. Hetta merkir, at parkeringsvørðarnir fara at koma longur út um býin.

Á tíðindafundi á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í Havn í morgun, var greitt frá nøkrum broytingum í parkeringsskipanini í Tórshavnar Kommunu. Ein av hesum broytingum er tann, at parkeringsvørðarnir í framtíðini fara at koma meiri út um býin at hava eftirlit við parkeringini.

Ætla at broyta hugburðin
Millum teirra, sum vóru við á tíðindafundinum, vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Karie Marie Olesen, fúti og Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur. Tey søgdu, at tað er teirra vón, at hugburðurin hjá føroyingum viðvíkjandi parkering kann broytast í framtíðini.
- Tað verður meira og meira tíðaravmarkað parkering í býnum. Sum heild kann sigast, at jú longur burtur frá miðbýnum tú parkerar, tess longri tíðarskeið kann bilurin standa, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann sigur, at við at gera meiri tíðaravmarking inni í býnum, verður tað vónandi lættari at sleppa av við bilin í dagligdegnum, um tú gert tær onkur ørindi í miðbýnum.
Summar broytingar eru longu framdar í parkeringsskipanini, og millum annað er alt tað stóra parkeringsøki á Hálsi við bilasøluna hjá Johannes Berg ikki longur óavmarkað, og nú er bert loyvt at parkera har í fýra tímar í senn.

Neyðugt at útvega fleiri parkeringspláss í framtíðini
Býráðið í Havn ásannar tó eisini, at tað er stórur tørvur á parkeringsplássum í miðbýnum, og havandi í huga Norðoyatunnilin, sum letur upp komandi ár, verður tað neyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at útvega fleiri og fleiri parkeringspláss.
- Spurningurin er so, um vit so skulu byggja stór parkeringshús í fleiri hæddum, ella um vit møguliga skulu grava niður í jørðina og gera parkeringskjallarar, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur.
Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, sigur, at býurin er við at kvalast í bilum, og tað verður allatíðina arbeitt við at loysa parkeringstrupulleikarnar í miðbýnum. Millum annað er ein opin spurningur, um teir borgarar, ið búgva inni í býnum, skulu hava serligar sømdir, tá ið tað snýr seg um parkering í hesum øki.