Meira støðugt at líta á sínar egnu

? Tað riggar betur at hava eina stammu við lokalum spælarum, og so fáa nakrar spælarar afturat úti frá, heldur Knút Vesturtún, sum er ein av royndu monnunum á liðnum hjá EB/Streymi

EB/Streymur

Tað hingu hóttandi skýggj yvir Mølini í fjør, tá ið fótbóltskappingin byrjaði. Fleiri profilar á liðnum vóru farnir aðrastaðni at spæla, og nógv skuldi leggjast á herðarnar á ungum spælarum, sum vóru vaksnir upp í EB og Streymi.
Stóri spurningurin var, um liðið fór at klára seg eftir missin, og um teir ungu menninir fór at standa royndina, tá ið tað gjørdist álvari í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
Men tað gjørdu teir ? væl og virðiliga.
EB/Streymur fekk í fjør sítt besta úrslit nakrantíð, og sætta plássið, sum teir at enda fingu í 1. deild, kundi verið eitt triðja pláss og bronsumerki, um teir bara høvdu vunnið seinasta dystin á árinum.
Og tá ið sólin skein gjøgnum skýggini yvir Mølini, bleiktraðu ungir spælarar sum Hans Pauli Samuelsen, Marni Djurhuus, Bárður Olsen og Gert Hansen. Eitt nýtt ættarlið hevði bitið seg fast á liðnum hjá EB/Streymi, og avrikini vóru so góð, at onkur teirra var biðin um at koma til landsliðsvenjing fyrr í ár.
? Teir ungu spælararnir eru nú eitt ár eldri, teir hava fingið fleiri royndir, og tí skuldu liðið ikki verið verri fyri í ár, sigur Knút Vesturtún, sum við 29 árum á baki telist millum teir eldru spælararnar á liðnum.
? Tað ber eisini til at siga, at nú eru teir ikki so ókendir longur, mótstøðuliðini kenna teir, men tað skuldi ikki verið nakar vansi, tí teir hava sera góð evni.
Minst líka sterkir í ár
Knút Vesturtún heldur, at hópurin hjá EB/Streymi er minst líka sterkur í ár, sum hann var í fjør.
? Eitt er tað, at teir ungu spælararnir hava fingið fleiri royndir, men vit hava eisini fingið eitt nú Egil á Bø aftur til EB/Streym, og hann er góður og royndur spælari. Teir flestu, sum vóru við á liðnum í fjør, eru viðaftur í ár, og tí kunnu vit byggja víðari á tað, sum vit kláraðu í fjør, sigur hann.
? Vit vóru heilt nær við at fáa bronsuna, men vit taptu síðsta dystin, og so ruku vit eitt sindur aftur á stigatalvuni. Málið hjá okkum má vera, at vit skulu hava minst líka gott úrslit í fjør. Eg haldi, at vit hava líka gott lið sum fleiri av teimum, sum endaðu frammanfyri okkum í fjør, og tí er málið realistiskt.
EB/Streymur endaði í fjør sum nummar 6 í 1. deild, og tað var besta avrikið hjá felagsliðnum nakrantíð.
Í 1994 var liðið í 1. deild og vendi eitt ár, men flutti aftur í 2. deild. Har varð liðið verðandi í nøkur ár, men í 2000 eydnaðist tað aftur at vinna uppflyting, og síðani 2001 hevur liðið spælt í 1. deild.
Fyrstu tvey árini vóru trupul, og EB/Streymur stríddist í botninum við fáum stigum og vánaligum málmuni, men bæði í 2003 og í 2004 vóru nógv meira flog yvir liðnum, sum hesi bæði árini endaði sum nummar 6. Í 2003 fekk liðið 24 stig, men hevði framvegis negativan málmun. Í fjør komu teir upp á 25 stig og høvdu fyri fyrstu ferð positivan málmunn 30-25.
Gott við
føroyskari stammu
EB/Streymur hevur gingið eitt sindur ímóti rákinum, sum hevur verið millum fleiri av smærru feløgunum í Føroyum. Teir hava havt fáar útlendskar spælarar á liðnum, og í ár eru teir bara tveir í tali.
? Felagið hevur satsa upp á sínar egnu spælarar, og tað hevur verið gott. Tað riggar betur at hava eina stammu við lokalum spælarum, og so fáa nakrar spælarar afturat úti frá, heldur Knút Vesturtún.
? Tað er trupult at byggja eitt lið upp um útlendskar spælarar, tí tú veitst ikki, hvussu leingi tú hevur teir í felagnum, og tí hevur EB/Streymur gjørt tað rætta við fyrst og fremst at hava sínar egnu spælarar á liðnum, og so fáa nakrar afturat úti frá.
Teir báðir útlendingarnir, sum spæla í EB/Streymi í ár, eru næstan at rokna sum lokalir. Teir spæla báðir sum føroyingar og hava støðast væl í EB/Streymi. Pólverjin Andzrei Pacek er stinnur í verjupartinum, og rumenin Sorin Anghel telist millum bestu álopsspælararnar í landinum.
Umframt hesar hevur EB/Streymi eisini onkrar einstakar spælarar úr øðrum føroyskum feløgum. Fróði Clementsen er komin úr Havn, og klaksvíkingurin Gunnar á Steig hevur vart málið hjá EB/Streymi í meira enn hundrað dystum. Sonni L. Petersen, sum hevði sín fótbóltsuppvøkstur í NSÍ, hevur eisini styrkt um álopspartin á liðnum.
Gott við broyttari kapping
Besta mansdeildin í fótbólti verður í ár munandi longri, enn hon hevur verið áður. Dystartalið hjá hvørjum felag fer úr 18 dystum og upp í 27 dystir, og summi halda, at tað er ein vansi fyri tey smærru feløgini, sum ikki hava somu breiddina sum høvuðsstaðarfeløgini og hini størru feløgini.
Men Knút Vesturtún heldur, at nýggi kappingin er spennandi og ein góð avbjóðing ? ikki minst hjá teimum yngru spælarunum.
? Tað vera færri steypadystir í ár, og tí verður talið á dystum samanlagt ikki so nógv hægri, enn tað hevur verið. Men tað vera fleiri landskappingardystir, og tað er fínt. Serliga hjá teimum ungu spælarunum, sum veruliga vilja nakað við fótbóltinum, og tí sleppa at royna seg í fleiri dystum, sigur hann.
Og stendur tað til Knút Vesturtún og hinar spælararnar hjá EB/Streymi, so fer tann broytta kappingin at hava við sær, at EB/Streymur fer at taka enn eitt fet upp eftir stigatalvuni í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.