Meira Ståle í FCK

Í gjár boðaði FC Keypmannahavn frá, at venjarin hjá felagnum, 39 ára gamli Ståle Solbakken, hevur longt sáttmálan við felagið fram til 2011. Norski venjarin hjá FCK hevði tvey ár eftir av verandi sáttmála, men partarnir eru so væl nøgdir við samstarvið, at avtalan teirra millum varð longd við tveimum árum.

- Úrslitini hjá Ståle tala fyri seg sjálvi, og hann hevur eisini víst avgerandi eginleikar á leiðsluøkinum. Eg haldi, at Ståle er eitt av størstu venjaratalentunum í Euopa í løtuni, sigur Flemming Østergaard, nevndarformaður í FCK.