- Hóast samfelagið hevur verið ávirkað av koronu í 2020, so er kortini ein vøkstur í skattainntøkunum í Nes kommunu. Alt bendir tó á, at stóri vøksturin seinastu árini er steðgaður.
Tað vita tey í Nes kommunu at siga í dag.
Víst verður á, at fyribilsskatturin hjá Nes kommunu í 2020 var 52,7 miljónir krónur.
- Í fíggjarætlanini varð roknað við 49,2 miljónum, og sostatt var talan um eina meirinntøku á 3,5 miljónir krónur - ella ein vøkstur á 7,1 prosent í mun til fíggjarætlanina.
Lagt verður aftrat, at skattainntøkan í 2019 var 51,3 miljónir. Soleiðis hevur kommunan havt eina meirinntøka í 2020 á 1,4 miljónir - ella 2,7 prosent í mun til 2019.
Á nýggjárinum búðu 1400 fólk í Nes kommunu. Fólkatalið hevur verið eitt sindur skiftandi seinasta 10 ára skeiðið. Á nýggjárinum í 2010 búðu 1268 fólk í kommununi.
- Á nýggjárinum í 2014 búðu 1212 fólk í Nes kommunu, og síðan hevur verið fólkavøkstur, serliga tey seinastu tvey árini, verður lagt aftrat.