Bæði kommunuskatturin og landsskatturin hækkaðu í august mánað í ár samanborið við sama mánað í fjør. Føroysku kommunurnar fingu sløk 2 prosent meira inn í skatti í august í ár enn í august í fjør.
Og landsskatturin hækkaði við meira enn hálvumtriðja prosenti.
Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Fíggjarmálaráðnum.
Samanlagt eru skattainntøkurnar hjá landinum og kommununum tó minkaðar í hesum árinum.
Frá januar til august minkaði skattainntøkan hjá kommununum við hálvumtriðja prosenti - og hjá landinum við 1,28 prosentum.