Meira skúm í Eclipse

Eftir áhaldandi umbønir um at hava eitt skúmparty fyri fólkum yngri enn 18 ár, hevur Eclipse eitt serligt teen skúmparty fríggjakvøldið 22. januar. Fríggjakvøldið hevur Eclipse 15 ára aldursmark, tá ið Eclipse er karmur um eitt skúmparty fyri tey, ið eru 15 ár og uppeftir.

 

Eclipse verður opið sum vanligt frá kl24.00 til 04.00, tó verður ikki selt rúsdrekka í barrunum, men bara sodavatn og djús.

 

-Vit fáa professionelt fólk og útgerð úr Danmark, so húsið kann fyllast við skúmi, sigur Havgrímur Johannesen, eigari av Eclipse.

 

DJ´s hetta kvøldið eru úr Danmark og eru:

DJ FULLER. Hann hevur vunnið International Club Music Awards. Hevur spælt í nógvum londum, eitt nú, Love Parade í Berlin og Calella í Ibiza í Spania.

 

DJ Mr. P hevur millum annað spælt í Grikkalandi, Eysturríki, Spania og í Svøríki. Í Danmark hevur hann spælt í Keller Dirk, Lauritz Betjent, Train og Woodstuck.