Meira samstarv við íslendingar

-Tað er bæði sunt og gott fyri okkum at kunna samstarva meira við íslendingar um orkuspurningar sum heild heldur stjórin í Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu

Íslendingar og vit
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Herfyri varð skipað fyri heldur óvanligum skeiðvirksemi í Jarðfeingi í Hoyvík. Umboð fyri íslendska orkumálaráðið vitjaðu og kunnaðu um íslendsku orkulóggávuna og orkuvirksemi sum heild, um somu tíð sum umboð fyri føroyskar oljumyndugleikar kunnaðu um oljutilgongdina í Føroyum. Stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu heldur fyri, at hetta var eitt sera gott tiltak.  Tað varð sera væleydnað. Tað er sera gott og sunt fyri okkum at kunna kjakast við onnur, sum arbeiða við somu spurningum sum vit. At venda spurningum við onnur. Tey læra nakað men vit læra so sanniliga eisini nakað við teimum samrøðum vit hava við tey. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tey fingu nógv áhugavert at vita um íslendsku elveitingina, eitt øki, sum íslendingar hava drúgvar royndir við og sum vit nú eru farin at fáa okkum meiri vitan um.

-Eg haldi vit kunnu gott útbyggja okkara samstarv við íslendingar nógv meira enn vit hava gjørt. Tess meira vit kunnu samskifta um hesi økini tess meira kunnu vit læra av hvørjum øðrum. Her er so talan um orkupolitikk sum heild, sum fevnir bæði um elveiting, oljuleiting oa. Ísland er eitt væl størri land enn vit, og teir eru tí eisini komnir longur enn vit á fleiri økjum. Teir hava eisini reint fakliga eitt sera sterkt umhvørvi, sum vit kunnu fáa ágóðan av. Vit tosa eisini nærum sama mál og sambandið millum Ísland og Føroyar eru eisini vorðið sera gott.