Seinastu vikurnar hava teir undirhildið í Norðurlandahúsinum, í gjárkvøldið spældu teir fyri túsundtals fólki í Vágsbotni, og í kvøld hevur Pipar & Salt stórt show í ítróttarhøllini á Hálsi.
Ólavsøkudagarnir eru farnir aftur um bak, men nú er vikuskiftið, og framvegis er nógv undirhald á skránni í høvuðsstaðnum.
Pipar & Salt fara í kvøld kl. 20.00 á pallin í ítróttarhøllini á Hálsi. Teir fara at spæla showið, sum hevur koyrt fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum seinastu vikurnar.
Atgongumerki fáast í Fast í Gundadali og við dyrnar frá klokkan 19.00.