Eitt er kapitalur og eitt er tøknifrøði; men einki tilfeingi hevur so stóran týdning sum tað humana, og at læra eina organisatión at fáa sínar ólíku medarbeiðarar at samstarva optimalt er sambært teim klóku tann veruligi lykilin til lønsemi. Nakað soleiðis er tankin hjá teimum norsku ráðgevunum í útbúgvingarfyritøkuni FloodRocks, sum í hesum døgum hava úr at gera á okkara leiðum. Eitt fleirtal av føroyskum fyritøkum og stovnum, teirra millum SEV, hava nevniliga nýliga latið øll síni starvsfólk, frá hægstu stjórum til lægstu fótfólk, gjøgnumganga skeið í læra seg sjálvan at kenna sum yrkismenniskja, finna sítt rætta leiklut í samspælinum við onnur á arbeiðsplássinum, stýra sínari arbeiðstíð sum best og uppdaga sínar eginleikar í broytingargongdum.
? Tað ræður um at økja um lønsemi gjøgnum at fáa eitt uppfinningarsamt og skapandi umhvørvi á arbeiðsplássinum, sigur føroyingurin Kaj Magnus Klein, ein av ráðgevunum hjá FloodRocks.
? Tú kanst kalla tað effektivitet, men av tí at hetta orð fyri mong er løtt við negativum dámi, vilja vit siga tað upp á ein annan máta: Tað snýr seg um, hvussu fólk relatera til síni umgevilsi og síni medmenniskju, hvussu tey fáa sum mest burtur úr sínari arbeiðstíð. Ósemjur, misskiljingar og óhepnar mannagongdir kosta arbeiðsplássum nógv í mistari tíð, orku og peningi; við at seta fingurin á nøkur viðkomandi punkt í hesum sambandi ber til at venda tílíkum til positivar kreftir og vinna nógv. Tað snýr seg ikki um at renna skjótari, tuska meira ella møða seg meira, men heldur hinvegin at fáa meira burtur úr teirri tíð sum verður brúkt uttan at leggja størri orku í.
Varandi stig
At einans útbúgva leiðsluna dugir ikki. Aftan á trý verkskeið, sum allir medarbeiðarar á jøvnum føti sleppa at gjøgnumganga, verður skipað fyri einum uppfylgjandi leiðaraskeiði, sum skal tryggja, at tey nýggju arbeiðstól, ið organisatiónin soleiðis hevur útvegað sær, ikki gleppa aftur av hondum so skjótt íblásturin frá verkskeiðunum hevur lagt seg.
? Royndir vísa, at tað hjálpir ikki at einans útbúgva leiðsluna, fyri at hendan síðani skal útbúgva restina av medarbeiðarunum. Lønsamt arbeiðslag snýr seg í stóran mun um motivatión millum medarbeiðararnar, og tí má alt fólkið við; lærdómurin tekur ofta ikki veruliga við, um hann bara verður introduseraður frá toppinum og niður? Hinvegin má leiðslan vera við, tí uttan at leiðslan er við ber tað snøgt sagt ikki til at gjøgnumføra eina veruliga menning av organisatiónini; leiðslan má taka ábyrgdina av at leiða og skal tí ganga á odda.
? Eitt er at fólk aftan á eitt spennandi skeið kenna seg endurnýggjað og nýútgjørd við møguleikum á arbeiðsplássinum. Men at fáa alt tað nýggja at hanga við, soleiðis at tað verður arbeitt grundliga inn, tað er ein heilt onnur avbjóðing. Tí hava vit eisini hetta leiðaraskeiðið, har nøkur fólk verða vald burturúr at, saman við stjórn, deildarleiðarum og øðrum leiðandi personali, standa fyri tí uppfylgjandi arbeiðinum, ið skal fáa tær nýggju meginreglurnar innarbeiddar á varandi stigi.
Ólíkskapur
Hugtakið ?Z processir? verður brúkt fyri at lýsa samanspælið í einum væl virkandi toymi. Her er ólíkskapur eitt lyklaorð - tað er, ólíkskapur sum styrki. Ístaðin fyri at koma í sínamillum konflikt, komplementera fólk hvørt annað.
? Ofta er tað ólíkskapur, ið fær fólk at klandrast, misskilja hvønn annan og arbeiða út frá skeivum fortreytum. Men, við rættari samanseting í einum arbeiðsbólki, verður ólíkskapurin ein fyrimunur, ein fyritreyt? Tað er tey toym, ið eru mest ymiskliga samansett ið vísa seg at hava ta størstu kraftina. Á okkara skeiðum læra allir medarbeiðarar at hugsa um hesi hugtøk og, fram um alt, at finna sítt pláss í teimum týdningarmiklu, skapandi Z processunum. Saman analysera vit hesar processir og býta í hesum høpi medarbeiðararnar upp í fýra sløg av fólkum, eins og teir fýra endarnir í einum Z: nýskaparin, ádrívarin, foredlarin og útinnarin. Við at betur skilja teir sera ymisku, ofta sínámillum mótstríðandi, leiklutirnar hjá hesum sera ymisku pørtum, slepst undan nógvum ósemjum og øðrum orku- og tíðarkrevjandi spilli.
At tað loysir seg hjá fyritøkum og stovnum at lata sínar medarbeiðarar gjøgnumganga hetta slag av førleikamenning, ivast Kaj Magnus Klein ikki í.
? Bara ein sparing av spilltíð upp á í miðal upp á fimm minuttir um tímum per medarbeiðara gevur eitt ógvuliga stórt útslag búskaparliga - fimm minuttir mótsvara jú ein tólvtapart ella 8,3 prosent av arbeiðstíðini.
Miðskeiðis í apríl ætla FloodRocks at skipa fyri einari ráðstevnu í Havn undir heitinum ?Diversity - Betri meistring av menniskjuligum og mentanarligum ólíkskapum.? Ráðstevur verða eisini hildnar í Noregi og í samanhanginum kemur tann kenda Armida Russel á vitjan úr USA. Hennara stóra tema er ?Global Diversity? og talan er í stuttum um at greiða frá um tað sokallaða Head, Heart og Hands prinsippið sum bót móti spenningum, ið uppstanda av ólíkskapum, til dømis innan: starv og positión á arbeiðsplássi, útbúgving, heilsu, átrúnaligari bakgrund, politiskari støðu, kyni, búskaparligum grundstøði, tjóðskapi, aldri, klæðum, útsjónd, kynsligari orientering og mongum øðrum.