Meira, meira, meira!!

Clickhaze og Krit leiktu í Íslandi leygarkvøldið og fagnaðurin var stórur

Meira, meira, meira!!  Soleiðis ljóðaði, tá Clickhaze og Krit stóðu á palli á Grand Rokk í Reykjavík leygarkvøldið. Íslendski bólkurin Úlpa byrjaði, men greitt var, at tað vóru Clickhaze, ið fólk vóru komin at síggja. Í Íslandi tykjast tey samd við donskum fjølmiðlum, sum mettu Clickhaze millum bestu bólkar um okkara leiðir.
Eisini hjá Krit gekk væl og bólkarnir stóðu fyri framúrframførslum, siga heimildarfólk í Íslandi.