Meira løn til Ronaldo

Sunday Express skrivaði í gjár, at Manchester United ætlar at geva Cristiano Ronaldo enn størri løn næstu árini. Ronaldo fær í løtuni meira enn eina millión krónur um vikuna í løn, men ætlanin er, at hann skal vinna 1,4 millión um vikuna. Hetta skal verða við til at tryggja, at Ronaldo eisini næstu árini fer at spæla fyri enska meistaraliðið.