Meira krút í Kolubara

Á heimasíðuni hjá Neistanum verður sagt, at spælararnir hjá Kolubara vóru munandi meira uppsettir í dag, eftir at teir í gjár fingu ein ordans hvøkk frá Neistanum.

Longu tíðliga í dystinum hevði tað hug at skrædna millum liðini, og hóast talan ikki gjørdist um nakað skrædl, so hevði Neistin ongan tíð veruligt samband við vertirnar.

 

Neistin-Kolubara 32-43 (14-22)