Meira í kommunukassarnar

Kommunuskattur Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár eru góðar 20 mió. krónur goldnar meira í kommunuskatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør

Tað gongur framvegis rætta vegin hjá kommunum at fáa skatt inn, og tað r galdandi bæði fyri smáu og stóra kommunurnar.
Tølini fyri smærru kommunurnar eru ov lág til at gera nakrar niðurstøður útfrá. Bara tað at eitt húshald flytir til ella frá, hevur stóra ávirkan í prosentum.
Men hyggja vit eftir størru kommunum, hevur serliga Sunda kommuna fingið væl meira í kassan. Fyrstu fýra mánaðirnar í fjør fekk kommunan 14.748.313 krónur inn í katti. Sama tíðarskeið í fjør var inntøkan 13.403.640 krónur. Tað savar til góð 10 prosent, og tí er hækkaða skattaprosentið ikki einasta orsøkin til hækkaðu inntøkuna.
Klaksvíkar kommuna hevur eisini havt rímiliga stóran vøkstur. 42.601.584 kónur í ár. Sama tíðarskeið í fjør var inntøkan 39.743.713 kónur. Tað er eisini størri vøkstur enn hækkaða skattaprosentið gevur.
Tórshavnar kommuna hevur tað eisini gott. 197.842.367 komu inn hesar fýra mánaðirnar í ár. Í fjør var upphæddin 185.745.129 krónur.