Meira happing við kvinnuligum stjóra

Kvinnur hava trupulleikar við at verða tiknar í álvara. Hetta merkist aftur í arbeiðshuginum hjá starvsfólkunum, og førir meira happing við sær.

Starvsfólk klaga í fleiri førum um happing, um stjórin er ein kvinna. Tað vísa nýggjastu tølini frá arbeiðsmarknaðarkanningarstovuni hjá ES, ið bleiv almannakunngjørt í blaðnum Arbejdsmiljø.

Kanning er gjørd út frá arbeiðsplássum við kvinnuligum stjórum.

Og niðurstøðan er, at bæði menn og kvinnur klaga meira um happing og eru í stóran mun meira misnøgd við teirra starv, um tey hava ein kvinnuligan stjóra.

- Eg haldi ikki, at tað er orsakað av at tær eru kvinnur, at arbeiðshugurin er vánaligur ímillum starvsfólkini. Tað er allarhelst ein blanding av ymsum viðurskiftum, harímillum hvørjar stereotypir kvinnuligir stjórar líða undir, og hvussu nógv vald tær hava á arbeiðsplássinum, sigur Maija Lyly-Yrjanainen, ein av stigtakarunum til kanningina, ið heldur, at úrslitið er óvæntað og áhugavert.

Hon heldir, at kvinnuligir stjórar mangan eru longri niðri í hierakinum í fyritøkunum, tí at tær mangan ikki verða virdar í stjórastarvinum, og hetta kann geva trupulleikar.

Menn happa meira

Áður gjørdar kanningar staðfesta, at kvinnur sum stjórar eru opnar fyri samskifti um trupulleikar á arbeiðsplássinum, ið møguliga kann merkja, at fleiri starvsfólk velja at gera vart við sína ónøgd. Tað kann verða ein møgulig frágreiðing uppá úrslitið, heldur Maija Lyly-Yrjanainen.