Meira gull til svimjararnar

Tað var enn ein góður dagur hjá føroyska svimjilandsliðnum á Oyggjaleikunum í dag. Svimjararnir vunnu fýra gullmerki, tvey silvur og eina bronsu.

 

Elspa Mørkøre vann tvær gull og var ein av teimum fýra svimjarunum, ið vann liðkappingina hjá kvinnum í 4 x 100 metrar blandað. Fjórða gullmerkið vann Pál Joensen í 400 metrar frísvimjing.