Aftur í morgun verður grind hildin til í Húsavík. Ein bólkur upp á 30-40 gingu eftir í gjárkvøldið og vóru ikki at reka út aftur. Sandoyingar fáa meiri grind, enn teir hava brúk fyri. Í gjárkvøldið løgdu 169 hvalir beinini í Húsavík, og aftur í morgun verður grind hildin til.
- Ein bólkur lá eftir í gjárkvøldið, og hann fekst ikki út aftur. Tí varð støða tikin til at halda grindini til í morgun, sigur Bjarki Magnussen, grindaformaður í Húsavík.
Grindin, sum kom upp á land í gjárkvøldið var upp á 1110 skinn, og 169 hvalir vórðu merktir. Rakstrarbátarnir fingu 5 skinn í part, og restin varð býtt í heimapartar, íroknað gestapartar, sum vóru á hálvt skinn í part.
Bjarki Magnussen, grindaformaður, sigur, at løgreglan enn ikki hevur tikið avgerð um, hvat gjørt verður við teir 30-40 hvalirnir, sum eru komnir upp á land í morgun.
- Grindin, sum legði beinini í gjárkvøldið, er ivaleyst til oynna, sigur Bjarki Magnusen.









