Meira grót til Nibe

Enn ein bólkur, sum er sprottin úr Grót-umhvørvinum í Gøtu, skal spæla í Nibe

Umboðini fyri tónleikafestivalin í Nibe vóru komin til Føroya at kjósa sær ein bólk, sum skal spæla hjá teimum í summar.
Valið fall á vinnandi bólkin í Prixnum.
? Gestir hevur nakað av tí originaliteti, sum vit altíð leita eftir, sigur Preben Møller Madsen, sum er leiðari fyri Nibe Festivalin, ið verður hildin har norðuri í Jútlandi.
? Vit gleða okkum til at fáa Gestir til okkara festival, og teir skulu bara halda fram við at spæla, sum teir gjørdu í finaluna. Og eg ivist ikki í, at teir vera enn betri, tá ið teir fara at spæla í Nibe.

Meira grót
Ein annar bólkur, sum hevur røtur í umhvørvinum kring Grót í Gøtu hevur tvær ferðir spælt í Nibe.
? Clickhaze hevur fingið ein heimavølli, og tað er í Nibe. Og eg eri keddur av, at tey ikki kunnu vera við í ár, tí fólk hava tikið sera væl ímóti teimum, og vit vildu fegin havt tey aftur, sigur Preben Møller Madsen, sum tó helt, at tað var meira ella minni tilvildarligt, at tað nú var ein bólkur sama økiog umhvørvi, sum skal spæla i Nibe hesaferð.
Festivalleiðarin hevði nógv góð orð at bera Prix Føroyum.
? Prix Føroyar kann ikki rættiliga samanberast við líknandi kappingar í Danmark, hóast tær eisini eru góðar. Prix Føroyar er nakað heilt serligt, segði hann.