Meira gaman enn álvari

- Til 18 ára aldur klára nakrir føroyingar at standa mát við útlendskar leikarar. Men so steðgar tað. Tað er líka sum eingin menning í bestu deildini. Men tað er nú ikki bara í Føroyum, at spælarar vilja taka sær av løttum. Trúgv mær, eg veit tað av egnum royndum. Tú verður fullkomiliga býttur av frítíðini, og í so máta er tað ikki nógv øðrvísi, sigur Alexsander Djordjevic, sum var liðformaður hjá Robert Prosine?ki og øðrum heimsstjørnum á serbiskum ungdómslandsliðum, men ikki vildi vera náttarlívið fyri uttan

- Eg vildi bæði, so einfalt er tað!

Alexsander Djordjevic situr og flennur. Og tað hevur hann gjørt nógv í sínum higartil 40 ára gamla lívi. Hóast serbin sum ungur hevði eina sera bjarta fótbóltsframtíð, vildi hann ikki vera náttarlívið og ballingarkvøldini fyriuttan. Sama um fleiri av sínum fyrrverandi liðfeløgum á jugoslaviska ungdómslandsliðnum hava gjørt um seg í mætum feløgum sum Real Madrid, Barcelona, AC Milan og Juventus, iðrar hann ikki um tær raðfestingar, hann gjørdi. Nú situr Alexsander Djordjevic í KÍ-húsinum og hyggur – nøgdur - aftur á sína yrkisleið í jugoslavisku kappingini, Avstralia og Suður Korea. Hann rakk ongantíð toppin, tí hann vildi bæði hugna sær og spæla fótbólt samstundis.


Náttarlívið fylti nógv

Alexsander Djordjevic er skrásettur fyri gott og væl 375 dystir við FK Partizan, sum verður mett sum eitt av teimum stóru fýra í serbiskum fótbólti. Sum verjuspælari var hann millum stuðulsleikararnar á liðnum í árunum frá 1986 til 1991. Hóast fótbóltsevnini frá ungum árum vóru sera eyðsýnd, stendur hann í dag í skugganum av sínum javnaldrum. Á jugoslaviska ungdómslandsliðnum var Djordjevic liðskipari og á liðnum vóru leikarar Robert Prosine?ki, Zvonimir Boban, Davor Suker, Predrag Mijatovic, Vladimir Jugovic og Sinisa Mihajlovic, sum allir fingu eina gylta fótbóltsyrkisleið og royndu seg í fleiri av mætastu feløgunum í Evropa.

- Eg vil ikki siga, at eg ikki tímdi. Men eg kundi verið væl meira seriøsur. Men eg hevði og havi eitt frálíkt lív. Mær dámdi sera væl náttarlívið, og eg iðri meg ikki um nakað ballingarkvøld í dag. Og soleiðis vildi eg hava tað. Eg upplivdi ta síðuna av lívinum. Hóast eg onkutíð kom heim klokkan fimm um morgunin, so var lag á manni at fara til venjing klokkan níggju. So eg hevði ongar trupulleikar við tí sum so, greiðir Alexsander Djordjevic flennandi frá.

- Men tað er so aftur tað, hvat tú vilt. Eg hevði mínar vinir og familju har, og eg spældi í einu sera sterkari landskapping, har vit stóðu okkum sera væl í Evropa. Og tað var eg nøgdur við, leggur hann afturat.


Evnini eru har

Alexsander Djordjevic virkar í dag sum venjari hjá einaráðandi kvinnuliðnum í Klaksvík. Hann er í løtuni undir seinastu útgávuna av venjaraútbúgvingini, og hann hevur – einaferð - hug at royna seg sum venjara í útlandinum.

Hann hevur eisini arbeitt við ungdóminum í Klaksvík, og frá egnum royndum kann hann staðfesta, at føroyskir fótbóltsspælarar heilt víst hava evnini.

- Til 18 ára aldur klára nakrir føroyingar at standa mát við útlendskar leikarar. Men so steðgar tað. Tað er líka sum eingin menning í bestu deildini. Tað er ikki bara í Føroyum, at spælarar vilja taka sær av løttum. Trúgv mær, eg veit tað av egnum royndum. Tú verður fullkomiliga býttur av frítíðini. Í so máta er tað ikki nógv øðrvísi. Tú má taka ábyrgd av tær sjálvum, viðvíkjandi mati og øðrum. Skal føroyskur fótbóltur flyta seg rætta vegin, eru tað tílík smáting, sum hava stóran týdning, sum skulu rættast, sigur 40 ára gamli serbin.


Tað krevur nógv

Hóast Alexsander Djordjevic ikki valdi at fylgja dreyminum um evropeiskan toppfótbólt, er hann fullgreiður yvir, hvat tað snýr seg um. Hann var partur av ættarliðnum, sum seinast í 80-árunum og tíðliga í 90-unum settu Jugoslavia á fótbóltskortið. Í altjóða fótbólti hevur hann fleiri flott úrslit at vísa á sum leikari í FK Partizan.

Er trupulleikin tann sami í føroyskum fótbólti – at evnini eru har, men tú vil ikki stríðast fyri tí?

- Hugburðurin til fótbóltin í Føroyum er nógv øðrvísi. Tað eigur tað eisini, um tú samanber yrkisfótbólt og áhugafótbólt. Tað er himmalvíður munur. Her er tað bara soleiðis, at sleppur tú ikki at spæla, so skiftir tú felag. Sleppur tú heldur ikki upp á lið har, gevst tú við fótbóltinum. Frá ungum árum skal vinnara- og stríðsviljin leggjast í hvønn einasta spælara. Tí evnini eru avgjørt til staðar til 18 ára aldur. Men har steðgar tað.

Hvat er tín loysn?

- Altso, ein og hvør kundi skriva eina bók um, hvat er rætt og skeivt við fótbólti. Men fyri at lyfta títt egna støðið sum føroyingur, noyðist tú avstað. Og ikki bara í seks mánaðir ella eitt ár. Gev tí eini fimm ár, og gloymi Føroyar. Tú skal venja teg við at verða í leikarahópinum á 22 mans og stríðast fyri tínum plássi. Tú verður noyddur at taka handan túrin út á beinkin. Hugsa tær, tá tú hevur fingið viðgongd í útlandinum. Tú verður fantastiska glaður fyri tær upplivingarnar, tú fært. Eg havi spælt fleiri grannauppgerðir við Partizan móti Reyðu Stjørnu, har eini 100.000 áskoðarar hugdu at. Eg gloymi tað ongantíð. Tað eru slíkar upplivingar, tú skalt koma heim til Føroya við einaferð. Teir eru fleiri, sum koma heimaftur. Spyr teir, hvussu teir kenna tað. Eg trúgvi ikki, teir hava givið tí ein møguleika. Um tú vilt, er einki ógjørligt. Tað er ikki bara at royna tað – men at fullføra tað!, sigur serbiski klaksvíkingurin Alexsander Djordjevic.


Heimaarbeiði betrast

Alexsander Djordjevic flutti sum 32 ára gamal til Føroya í 2001, har hann saman við venjaranum Tomislav Sivic skuldi royna at lyfta sigursvanda KÍ aftur á ovastu rók.

Kendi tú nakað trýst á tær sum útlendingur í bestu føroysku deildini?

- Nei, ikki beinleiðis nakað trýst. Men eg kendi tað sum mína skyldu at prógva nakað. Klaksvíkin tók ótrúliga væl ímóti mær, og tá fólk stuðlaðu mær so væl, mátti eg løna teimum tað aftur á vøllinum. Tí tað er ikki lætt at flyta til Føroya. Veðrið, vallirnir og øðrvísi umstøðurnar eru torførar at venja seg við í byrjanini. Og sjálvandi, um eg ikki munaði á liðnum, vóru fjeppararnir eftir mær. Men feløgini kundu gjørt heimaarbeiði munandi betri. Tað loysir seg ikki at taka onkran tilvildarliga aðru ella triðjudeildar leikara onkrastaðni frá, og gera avtalu við hann. Tú noyðist at kanna fortíðina hjá einstøku spælarunum, so tú veitst, hvat teir standa fyri, slær Alexsander Djordjevic fast.

Serbin stórtrívist í Føroyum í dag. Hann hevur føroyska konu, og staðfestir, at hann ikki ynskir seg í øðrum landi enn teimum 18 brimbradu oyggjunum í norðuratlanshavinum. Ætlanin er at byggja hús í Klaksvík. Sum hann sjálvur sigur tað.

- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi sovið betri enn eg geri í Føroyum, sigur 40 ára gamli Alexander Djordjevic at enda.