Nú skulu vit hava meiri fyri hvørja krónu og harðari kapping ímillum tey, sum selja vørur og tænastur.
Tað er endamálið við nýggjum reglum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú hevur sent øllum almennum stovnum.
Nýggju reglurnar koma í gildi í oktober og tær bera í sær, at stovnar skulu biðja um tilboð frá fleiri veitarum hvørja ferð ætlanin er at keypa yvir 50.000 krónur, og er talan um keyp, sum kostar yvir 800.000 krónur, skal tað bjóðast út alment.
- Málið er at fáa sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu, og at kappingin millum privatar veitarar verður stimbrað, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivi í kvøld.
Í hesum sambandi skal útboðið verða lýst á einum nýggjum keypsportali, sum Gjaldstovan skal standa fyri.
Samstundis ætlar Fíggjarmálaráðið at skipa eitt tvørgangandi keypstoymi, sum skal mannast við fólkum frá stovnum, sum hava drúgvar royndir í handli.
- Toymið skal vegleiða stovnum í at skipa vørur og tænastur, sigur landstýrismaðurin.
Hann hevur sett sær fyri, at næstu fýra árini skal hetta spara landskassanum
5 til 10 milliónir krónur tilsamans.