Sambandsflokkurin heldurm , at vit eiga at fáa dupult so nógv fyri okkara fiskaútflutning, sumv it fáa í dag.
Og vit skulu útflyta matvørur - ikki rávørur, sigur flokkurin.
Flokkurin hevur lagt tvey uppskot fyri Løgtingið, sum hava til endamáls at bøta um hesi viðurskifti.
Landsstýrið skal beinanvegin taka stig til samráðingar viðES um eina fríhandilsavtalu og vit skulu gera eitt vakstrarforum, sum skal syrgja fyri, at styttri verður millum hugskot og handling.
Flokkurin vísir eisini á,a t til dømis Danmark og Holland, sum fiska munandi minni enn føroyringar, kortini fáa munandi meira fyri teirra fiskavørur.
-Skal vælferðin varðveitast og nýggi fiskivinnureformurin fáast at vrka, so er neyðugt at vit fáa munandi meira fyri okkara tilfeingið, sum eisini fer at skapa arbeiðspláss í Føroyum. Stutt sagt skal lagkøkan gerast størri, segði Bárður á Steig Nielsen.
Hann bjóðaði eisini samgonguni til sastarv um uppskotini, sum flokkurin hevur lagt fram í dag.