Meira enskur fótbóltur á skíggjan

Broytingarnar í rásaúrvalinum hjá Televarpinum er gloypibiti hjá mongu fótbóltsfjepparunum í Føroyum. Ikki minst, um tað er enskur fótbóltur, sum stendur ovast á ynskilistanum.

Tá Televarpið í vár framdi nakrar tillagingar í rásaúrvalinum, var ein broyting, at rásirnar hjá Viasat vórðu betur umboðaðar. Seinnu árini hevur SBS, sum eitt nú hevur Kanal5 og 6’eren í sínari skjáttu, havt rættindi til ensku Premier League, men tá rættindini vórðu seld seinast, átti Viasat hægsta boðið, soleiðis at tey nú senda størsta partin av enskum fótbólti.

6’eren kemur framvegis at senda beinleiðis frá enskum fótbólti leygardagin, men sunnudag og mánadag er tað nú Viasat, sum hevur rættindini at senda. Og ofta er tað hesar dagar, at heilt stóru dystirnir eru.

- Tað er eingin loyna, at tað fótbóltur – og serliga enskur fótbóltur – er nakað, sum hyggjarar vilja hava. Og tí er hetta sjálvandi nakað, sum vit leggja okkum eftir at hava í rásaúrvalinum, sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri á Televarpinum, við in.fo.

 

Fyrsta umfarið í Premier League verður um tvær vikur, og fasta vikuskráin fyri Premier League á skíggjanum verður nú hendan.

Leygardag kl. 12.45 (TV3+ og 6’arin) 
Leygardag kl. 15.00 (TV3+ og 6’arin) 
Leygardag kl. 17.30 (TV3+ og 6’arin) 

Sunnudag kl. 13.30 (TV3 SPORT 2) 
Sunnudag kl. 16.00 (TV3 SPORT 2) 

Mánadag kl. 20.00 (TV3 SPORT 2) 

Hartil hevur Viasat sendirættindi til enska FA-Cup umframt europisku Champions League.