Meira enn grannauppgerð

Grannauppgerðin er ikki bara slagið um Havnina. Tað er eisini dysturin um, hvør skal sleppa at fylgja við Skála í oddastríðnum

Upptakt

Tað er einki at taka seg aftur í, at teir báðir heitastu FM-kandidatarnir undan hesum kappingarárinum vóru tey bæði stóru høvuðsstaðarfeløgini. Tvífaldu meistararnir úr HB styrktu sær í vetur enn meira um hópin, og har var málsetningurin heilt greitt, at 100 ára dagurin skal haldast við enn einum gullmerki.
Hjá B36 mundi støðan vera eins greið. Ikki minst eftir at stjørnusetta liðið í fjør »bert« fekk silvur, og ikki minst tí teir vilja leggja nógv fyri, soleiðis at HB ikki fær gull í føðingardagsgávu.

Ongar blandaðar kenslur
Og stríðið millum feløgini bæði fekk eina heilt aðra ? og størri ? dimensión, tá HB brádliga kundi boða frá, at teir høvdu fingið Jákup á Borg í leikarahópin. Eitt skifti, sum fyri mong ? í báðum feløgunum ? mundi tykjast óhugsandi, men sum so kortini var veruleiki.
Higartil hevur Jákup tó ikki leikt ein einasta dyst við nýggja felagi sínum. Ístaðin hevur hann roynt seg í donskum fótbólti hjá HB, men tann leiguavtalan er nú liðug, g hvat hóskar seg betri, enn at fyrsti dystur hansara fyri HB verður móti júst B36. Nakað sum leikarin sjálvur tó ikki tykist hava so nógv ímóti.
- Tað eru júst slíkir dystir, sum gera tað stuttligt at spæla fótbólt, so tað er heilt víst, at eg gleði meg til uppgávuna.
Men er tað við blandaðum kenslum, at tú fert til dystin.
- Ikki blandaðum. Eg spæli fyri HB nú, og har vil eg gera mítt allarbesta. Men tað verður kanska eitt sindur løgið.
Og ert tú kanska eitt sindur óttafullur fyri, hvussu áskoðararnir fara at reagera, tá nøvnini á leikarunum verða rópt upp?
- Áskoðarar eru jú so ymiskir, og tað verður helst okkurt at hoyra. Men tað má eg bara respektera. Tey føla nógv fyri sínum felag, og tí er tað eisini í lagi, at tey ikki eru glað um mítt skifti. Men hinvegin, so má eitt mark vera, og tað verður vónandi ikki so, at hvørki grísahøvd ella tomatir verða tveittar á vøllin, heldur hann.
Og so er spurningurin, hvørt Jákup byrjar millum teir fyrstu ellivu. HB hevur at kalla alt fólkið tøkt til dystin, og eftir góðu gongdina seinastu umførini er ikki heilt upplagt, at skifti skulu gerast. Men tað er tó lítið at ivast í, at Heine Fernandez onkursvegna ætlar sær at finna rúm fyri nýggja manninum, og spurningurin er helst, hvørt tað verður í álopinum ella í høgra miðvallarborði.

Ongar sersømdir
Og skuldi nakar ivast, so eru leikararnir í B36 eisini spentir til at spæla móti Jákupi. Hóast skiftið til HB, so tykist ikki vera nakað agg millum leikararnar. Nakað sum eisini varð undirstrikað, tá vit hóskvøldið royndu at fregnast um liðini bæði. Tað vísti seg nevnliga, at John Petersen var staddur heima hjá júst Jákupi á Borg, har barnaføðingardagur stóð á skránni.
Men hóast teir báðir gomlu álopsmakkaranrir soleiðis framvegis eru eins væl, so undirstrikaði John, at sunnudagin skuldi vera liðugt við blíðskapinum.
- Vit ætla okkum so ikki at forera nakað sum helst. Tað er ein dystur, sum vit skulu vinna. Bæði tí vit hava eitt ? vil eg siga ? eyðmýkjandi tap at vaska av okkum, men so sanniliga eisini, tí stigatalvan sigur, at vit ikki hava ráð at missa meira.
Og er tað so eisini nakað serligt, at tit nú skulu spæla ímóti Jákupi?
- Tað er nokk meira serligt hjá honum, enn hjá okkum. Men hinvegin, so er tað sjálvandi ein motivatiónsfaktorur afturat, og hann skal so ikki rokna við, at hann fer at fáa nakrar sersømdir á vøllinum.
Í B36 rokna tey annars við, at allir leikarar eru tøkir. Jens Erik Rasmussen var sjúkur seinast, men hann er komin fyri seg. Tað sama var Jens Kristian Hansen, sum tó kom inn av beinkinum, men roknast kann helst við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu hesaferð. Og so er Bárður Mortansson nú eisini tøkur, eftir at hann var leikbannaður til dystin á Skála.