Meira enn ein ítróttaruppgáva

Heðin Mortensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, er sannførdur um, at Føroyar kundu væl verið vertsland fyri oyggjaleikunum í 2007. ? Men tað krevur, at øll standa saman um tað. Ítróttarfeløg, ferðavinna, kommunalpolitikarar og landspolitikar, og ikki minst føroyska fólkið má taka undir við, at vit bjóða okkum fram. Annars nyttar tað onki, sigur ÍSF forsetin

Guernsey: Tað eru yvir 100 føroyskir áskoðarar við til oyggjaleikirnar í ár. Og ímillum teir er forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Heðin Mortensen.
? Eg gleði meg hvørja ferð at sleppa til oyggjaleikirnar. Summarfrítíðin verður løgd soleiðis, at eg havi frí tá oyggjaleikirnir eru, og tað eru spennandi og nýggj upplivilsir hvørja ferð, sigur ÍSF forsetin.
Heðin Mortensen dylir ikki fyri, at tað hevði verið ein stór og spennandi uppgáva hjá Føroyum at verið vertsland enn einaferð, men sum er í løtuni, loyva umstøðurnar tí als ikki.
? Tað vantar alt ov nógv í fyri, at vit kunnu vera vertsland aftur. Ítróttarumstøðurnar eru langt frá nøktandi, og tað er nógv sum skal gerast og nógv sum skal betrast. Serliga umstøðurnar fyri frælsum ítrótti eru vánaligar, og eisini tennis og skjóting hava vánalig kor, og hetta má betrast um leikirnir skulu aftur til Føroya.

Stóran týdning

At vera vertsland fyri oyggjaleikunum er ein stór uppgáva. Tað krevur fleiri milliónir av krónum at fyrireika, og gistingarumstøðurnar skulu eisini verða í lagi.
? Vit hava arbeitt ímóti at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya, men frá tí vit høvdu leikirnar í 1989 og til dagin í dag, er nógv broytt. Tá búðu ítróttarfólkini á skúlum, har vit høvdu eina matpakka tænastu, og tá vóru »bara« eini 1100 fólk í Føroyum, greiðir Heðin Mortensen frá.
Sum er nú, so høvdu vit ikki megnað at nøkta tørvin á gisting, tí í ár eru sløk 2600 ítróttarfólk umframt áskoðarar á Guernsey. Og her kemur tosið inn á dystin millum Føroyar og Týskland.
? 2600 ítróttarfólk er ikki tað sama, sum 700 týskarar. Men vit kunnu væl bjóða okkum fram, og vit høvdu nærum fingið leikirnar til Føroya í 2005, men vit meldaðu frá aftur, tí vit klára ikki at fyrireika tað, sigur Heðin Mortensen.
? Oyggjaleikirnir eru ein so stór uppgáva nú, at ítróttin megnar hana ikki einsamøll. Tað skal meira til. Hjálp má til frá ferðavinnu, kommunalpolitikkarum og landspolitikkarum fyri um vit nakrantíð kunnu stápla leikirnar uppá beinini í Føroyum. Tað kostar nógv at fyrireikar, men tað hevði eisini verið tað vert, tí nógvir pengar koma jú innaftur ígjøgnum leikirnar. Harafturat, so hevði tað, fyri ítróttina í Føroyum, verið eitt risa stig frameftir, at fingið ítróttarumstøðurnar dagførdar.
ÍSF forsetin vísir á, at umstøðurnar í Føroyum eru góðar til nógvar ítróttargreinar, men harafturat vanta eisini nógvar.
? Oyggjaleikirnir eru meira enn ein ítróttaruppgáva nú. Øll mugu verða við. Ein sær her, at ferðavinnan spælir ein risastóran leiklut, og nú vit royna at selja Føroyar sum eitt ferðamannaland, so høvdu oyggjaleikir verið eitt upplagt høvi til at gjørt landið meira kent, heldur Heðin.
Forsetin í ÍSF ivast tó ikki í, at Føroyar væl høvdu klárað at staðið fyri oyggjaleikunum um viljin var til staðar.
? Um ein meinar tað, so skal ein gera nakað við tað. Tað skal vera meira enn tos, og um politiskur vilji hevði verið til tað, so hevði tað tikið okkum tvey ár at fyrireika Føroyar til at vera vertsland, so um vit seta okkum sum mál, at vit vilja hava leikirnar í 2007, so kann tað væl lata seg gera, sigur Heðin Mortensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, at enda.