Meira enn ein millión ukrainar farnir um markið til Pólland

Pólska marknaløgreglan hevur upp á tíggju dagar skrásett yvir eina millión fólk, sum eru komin um markið úr Ukraina

 

Høvuðsjarnbreytarstøðin í pólska býnum Krakow er umgjørd til móttøkumiðstøð fyri nakrar av teimum mongu flóttunum, sum koma um markið úr Ukraina. Her bíða tey eftir at koma víðari, annaðhvørt í Póllandi ella annað land. - Foto: Louisa Gouliamaki/Ritzau Scanpix

Yvir ein millión fólk eru flýdd til Póllands úr Ukraina, síðani russiskar deildir gjørdu innrás í Ukraina 24. februar.

Tað sigur pólska marknaløgreglan í kvøld á Twitter.

– Í dag klokkan 20 kom talið av fólki, sum eru komin úr Ukraina inn í Pólland, upp um eina millión, skrivar marknaløgreglan.

– Tað er ein millión menniskjansligar vanlagnur, ein millión fólk burturvísti frá heimi sínum av krígnum.

Tilsamans eru yvir 1,5 milliónir fólk flýdd úr Ukraina seinastu 10 samdøgrini, síðan Russland sendi herdeildir inn í landið.

Tað vísa seinastu tølini frá flóttafólkafelagsskapinum UNHCR hjá ST í dag.

Klokkan 12 hevði UNHCR skrásett oman fyri 995.000 flóttafólk, sum vóru komin úr Ukraina til Póllands.

Átta tímar seinni ljóðaði so frá pólsku myndugleikunum, at talið var farið um eina millión. Nógv tey flestu eru ukrainar, men tað eru eisini millum annað afganar, hvítarussar, nigerianar og russarar teirra millum.

Eisini onnur grannalond hjá Ukraina hava tikið ímóti flóttarfólkum.

Í Ungarn er nakað oman fyri 169.000 fólk farin um markið frá Ukraina síðani russisku deildirnar fóru inn í Ukraina 24. februar, vísa tølini hjá UNHCR.

Slovakia hevur tikið ímóti út við 114.000 fólkum.

Fleiri túsund er flýdd úr Ukraina til Moldova, Rumenia ella onnur lond – teirra millum um 53.000, sum eru farin til Russlands.

Flóttafólkastjórin hjá ST, Filippo Grandi, skrivaði á Twitter fyrr í dag, at støðan í Ukraina er »skjótast vaksandi flóttafólkakreppa í Evropa síðani seinna heimsbardaga«.

Áðrenn kríggið búðu umleið 37 milliónir fólk í økjunum, sum Ukraina hevði valdið á. Tá er Krim hálvoyggin ikki íroknað og partar av eystara parti av Ukraina, sum loysingarfólk hava ræði á.

/ritzau/AFP

 

 

 

 

Høvuðsjarnbreytarstøðin í pólska býnum Krakow er umgjørd til móttøkumiðstøð fyri nakrar av teimum mongu flóttunum, sum koma um markið úr Ukraina. Her bíða tey eftir at koma víðari, annaðhvørt í Póllandi ella annað land. - Foto: Louisa Gouliamaki/Ritzau Scanpix