Í Týsklandi eru sløk hundrað løgreglufólk smittað við covid-19, og fleiri enn túsund løgreglufólk eru sett í sóttarhald í hesum sambandi.
Ein talsmaður fyri týsku løgregluna váttar, at 1.127 tænastufólk eru sett í sóttarhald, og at tilsamans 94 av hesum hava fingið staðfest covid-19.
Týska løgreglan vil ikki siga, um eitt so stórt tal av løgreglufólki í sóttarhaldi hevur ávirkan á evnini hjá løgregluni at røkja neyðugar uppgávur.
Løgreglan í Týsklandi hevur eisini til uppgávu at hondheva smittuverjureglurnar, sum eru galdandi á flogvallum og í almennari ferðslu, skrivar NTB.