Meira dirvi eftir steðgin

Víkingur legði bragdliga fyri í seinna umfarinum og fekk trý mál beinanvegin. – Vit vístu meira dirvi og spældu í fríari teymum eftir hvíldina, sigur venjarin

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, kundi ikki vera nøgdur við fyrra hálvleik. Víkingur var aftanfyri. Spælið var lítið sann­førandi. Málmøguleikarnir vóru fáir.
– Eg segði við spælararnar í hálvleikinum, at teir skulu vísa meira dirvi og spæla við fríari teymum. Tá loysnaði. Vit fáa trý mál beinanvegin eftir steðgin, sigur Jógvan Martin Olsen.
Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, heldur, at tann løtan var avgerandi.
– Teir vinna í grundina dystin tá. Mótbrekkan verður ov tung, og vit svara ikki aftur, sigur hann.
Víkingur vann 3-2. Jann Martin Mortensen skeyt runa­víkingar á sigurskós stutt fyri hálv­leiki. Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen komu á máltalvuna eftir steðgin. Tað var ov seint, at Jens Joensen minkaði um munin fyri NSÍ. Tað var í tíðini, dómarin hevði lagt afturat.