Meira DANSKT í Føroya skúla anno 2010!?!

Man tror, det er løgn! Hvem regeres vi af?

SERKRØV TIL FØROYINGAR: Serlig krøv skulu setast føroyskum miðnámsnæmingum viðvíkjandi kunnleika í donskum máli!?
Somu krøv verða ikki sett øðrum norðurlendingum!?!
MYNDUGLEIKARNIR: Hvørjir føroyskir myndugleikar eru so undirbrotligir, at teir góðtaka slíkan himinrópandi mannamun?
Er talan um at spæla hjálandaveldi, ella hvat er hetta fyri nakað?
Vit tosa altso um føroyingar, sum duga so væl danskt/sum hava so nógv danskt rundan um seg í gerandisdegnum, at teir málsliga hugsa á donskum, onkur droymir á donskum, summi børn spæla á donskum!!
Á Borg á Argjum um summarmála, einmánasól/vársól 2010
Við mótmælismálkvøðu