Meira CO2-útlát

Seinasta uppgerðin av útláti av vakstrarhúsgassi vísir, at økt oljunýtsla, serliga hjá fiskiskipum og í sambandi við leitiboring, gjørdi, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi var 7,6% størri í 2010 enn í 2009.

Sum liður í alheims samstarvinum fram ímóti at minka globala útlátið av vakstrarhúsgassi, er Føroyum, eins og øllum øðrum heimsins londum, álagt at gera árligar útlátsuppgerðir.

Nýggjasta uppgerðin hjá Umhvørvisstovuni vísir, at útlátið av vakstrarhúsgassi var 7,6% størri í 2010 enn í 2009. Størstu oljubrúkararnir - fiskiskipini, SEV og húsarhaldini - brúktu 14 túsund tons meira av olju í 2010 enn í 2009.

Úti við 5 túsund tons av olju vórðu brúkt í sambandi við leitiboringina hjá Eni í 2010.

Les meira á www.us.fo