Talan er um hølini, har Eilif Arge hevur hildið til, men har tey nú rokast við at byggja um.
- Mest sum alt verður gjørt av nýggjum. Har hevur jú verið goymsla áður, men vit eru í ferð við at gera WC, ein lítlan køk við tí, sum har til hoyrir, og eisini verður gólv og loft skift út, sigur Jacqueline Gardar, sum er ein av nýggju eigarunum.
Tað verður sonurin, Lindi, ið kemur at vera høvuðsmaður á nýggja staðnum, sum verður eitt millumting millum eina pub og eina café.
- Hetta verður eitt stað, har fólk kunnu fáa sær eina lættari máltíð, og har vit eisini vilja vera við til at skapa eitt sindur av býarlívi, sigur Jacqueline.
- Hvørt leygarkvøld ætla vit at hava livandi tónleik, og vónandi verður tað meira enn tað eina kvøldið um vikuna, at so verður. Og við hesum vóna vit, at vit í størri mun kunnu fáa fólkið í býnum út at hugna sær, sigur Jacqueline.
Í løtuni verður bygt um av lívsins kreftum, og ætlandi lata dyrnar upp 1. juni.