Leiðslan í Start vil løna spælarunum, um teir halda fram við góðu gongdini í steypakappingini. Todi Jónsson og liðfelagararnir eru komnir í hálvfinaluna í steypakappingini, og um teir vinna kappingina, skulu teir hava bonus frá felagnum. Higartil hava ongar fastar bonusavtalur verið millum felag og spælarar, men tað skal nú broytast.
- Tað verður eingin risaupphædd, men vit skulu løna spælarunum, um teir vinna steypakappingina, sigur Trond Are Gjone, ítróttarstjóri í Start.










