Meira av yngri sild

Men samlaði stovnurin er nakað tann sami.

Sambært sildakanningunum norðanfyri í ár, er stovnurin ikki stórvegis broyttur í mun til fyrra ár, og hevur ligið rættiliga støðugt um tað sama seinastu sjey árini.

Vísitalið í ár er 4,87 milliónir tons samanborið við 5,04 í fjør, og hóast tað í veruleikanum er ein minking upp á trý prosent, merkja atlitini til hagfrøðiligu óvissurnar tað, at vísitalið liggur nøkulunda støðugt.

Tó vístu kanningarnar, at samansetingin av sildini er tó nakað øðrvísi í ár, og tað er heldur meira er av yngri sild enn undanfarin árini.

- Tveir triðingar av sildini stóð í økinum norðan fyri Føroyar og eystan fyri Ísland, og hetta er í høvuðsheitum sild, sum er 6 ár og eldri, skrivar Havstovan á síni heimasíðu.


- Spenningur hevur verið um, um nakað mundi fara at síggjast til árgangin frá 2016, sum hevur verið at sæð í Barentshavinum tvey tey síðstu árini. Tann árgangurin er so smátt við at leita sær úr Barentshavinum, men nøgdirnar, sum sóust saman við vaksnu sildini, eru enn á stigi við miðalstórar árgangir, veit Havstovan at siga.