Meir millum himmal og jørð?

Hesar seinastu mánaðirnar havi eg búð í einum gomlum húsum, hjá eini familju, ið næstan aldrin er heima. Tað hevur gingið fínt, eg og mín sambúgvi hava ansað eftir húsunum, gingið túr við hundinum, Otis, og annars bara ansað okkum sjálvum.

Nú ein dagin spurdi sonurin í húsinum meg, um eg visti, at húsið var "haunted", altso at tað spøkti. Tað helt eg meg ikki hava hoyrt, men hann segði, at tað var nakað tey øll vistu. Eg spurdi, hvat prógv hann hevði um tað, og so fortaldi hann mær ymiskt, ið hendi teimum av og á.
Eitt er, at bøkur detta niður av hillunum, sum um onkur stendur og togar tær út við einum fingri. Hetta havi eg ongantíð sæð, men tað segði hann var vanligt. Sjálvur hevði hann tann sama morgunin sitið og lisið í song síni, tá hann kom til at skoyta yvir á kommoduna. Ein skuffa stóð opin, men tað tonkti hann ikki yvir, sjálvt um hann ikki hevði opnað hana sjálvur. Hann las víðari eina góða løtu, og kom so aftur til at skoyta yvir á kommoduna. Nú vóru tríggjar skuffur opnar. Hann hevði ikki sovið, og ongin hevði verið inni í kamarinum. Hann spurdi meg, um eg ongantíð hevði upplivað nakað løgið. Nei, tað hevði eg ikki. Men so alíkavæl. . . Eg kom í tankar um ta náttina, tá eg vaknaði av at onkur var í ganginum uttan fyri mítt kamar. Ljósið var ikki tendrað, tað sá eg undir gáttini, men onkur var heilt greitt í ferð við at róta gjøgnum skuffuna í kommoduni. Eg hugsaði beinanvegin, at tað var ein innbrotstjóvur, og tordi ikki at anda, fyri at hann ikki skuldi hoyra meg. Eftir eina løtu steðgaði skrumlið, og eg bíðaði eftir at hoyra onkran ganga burtur. Tað gjørdi eg bara ikki. Ongi fótafet vóru at hoyra. Tað tók eina góða løtu, men til síðst sovnaði eg aftur. Morgunin eftir spurdi eg húsfólkið, um nakar av teimum hevði verið uppi um náttina, og niðri í kjallaranum. Ongin hevði, og ongin hevði hoyrt nakað. Ongin hevði brotið inn heldur, allar hurðar vóru stongdar.
Um jólini hevði eg vitjan av familju míni. Tey búðu øll heima hjá mær, og vit høvdu tað sera hugnaligt saman. Nýggjársaftan vóru vit á eini "cocktail-cruise" á ánni sum rennur forbí her í Washington. Pyntað sum vit sjálvandi skuldu verða, so hevði systir mín lánt eina ketu við perlum at hava um miðjuna. Tá vit komu heim aftaná ein sera góðan og stuttligan túr, hongdi systir mín ketuna um hondtakið á vesinum hjá mær. Tá eg nakað seinni kom inn á vesið, lá ketan á gólvinum í 6 pettum. Ongin hevði verið inni har, og hon kundi ikki vera dottin niður av sær sjálvum, tí tað er eitt sovorðið knoppa-hondtak, so hon skuldi verið dottin uppum. Ta gátuna loystu vit heldur ongantíð.
Mín tíð her í Washington er at enda komin, og eg má siga, at tað hevur verið eitt tað besta upplivilsið í lívinum. Øll hava verið so fitt og blíð, og eg vóni bara, at eg fái høvi at koma aftur at vitja.
Í íbúðini á Oyrasundi man ikki spøkja tað stóra. Alt hetta eg havi sagt frá kann sjálvandi vera tilvildarligar hendingar. Tað var eisini tilvildarligt, at speglið á vesinum datt niður úr vindeyganum og fór í smildur. Tað var sjálvandi vindurin. Ella var tað?