Meir enn tveir tímar at atkvøða

Talið av broytignaruppskotum til fíggjarlógina er so stórt, at tað fer at taka meira enn tveir tímar at atkvøða um fíggjarlógina

Orðaskiftið um fíggjarlógina er ikki serliga hvast, men kortini finst andstøðan gjøgnum fleiri røðarar at uppskotinum til fíggjarlóg hjá samgonguni.

 

Funnist verður eisini at, at sjálvt álitið um fíggjarlógina hevur fleiri skrivifeilir, sum tó verða rættaðir gjøgnum dagin.

 

Men flestu atfinningarnar koma kortini móti teimum avgjøldunum, sum samgongan hevur álagt borgarum og vinnu í 2016. Andstøðan heldur fast við, at hetta als ikki er neyðugt, tí fíggjarlógin hevði javnvigað kortini - eisini við einum skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar.

 

Samgongan sjálv heldur fast við, at hon noyddist at fara tila rbeiðis fyri at fáa alt at hanga saman og hon hevur eisini lovað at leggja upp til fleiri nýskipanir í komandi ári.

 

Sjálv viðgerðin av fíggarlógini verður eftir øllum at døma liðug í dag.