Meir av tí sama veðrinum

Køld og óstøðug luft trokar seg inn yvir Føroyar av vestri, og leygardagin fer eitt minni lágtrýst framvið. Síðani trokar aftur køld luft seg fram av vestri og útnyrðingi og mikudagin kemur eitt stormlágtrýst av útsynningi.

 

Í dag er stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 2 og 5 stig. Í nátt verður framvegis stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, sum makar seint í nátt. Samdrigið og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og trý stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul, fyrst av suðri ella vestri, 5 til 10 m/s, seinni av ymsum ættum. Samdrigið og ælaveður, seinni skýggjað og meiri avfall, fyrst og fremst sum regn. Hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av ymsum ættum, seinni av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur sýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á náttina øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigi og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt døgnið millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og trý stig, í støðum frost.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin upp í hvassan vind av landsynningi og eystri, 15 til 20 m/s, skýggjað og nógv regn av suðri. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mikudagin verður upp í hvassan vind av suðri og eystri, seinni av suðri og vestri, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, um 23 m/s. Um náttina verður stormur av útnyrðingi, 20 til 25 m/s. Regn og ælaveður, um náttina møguliga vátaslettingur. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.