Meir av tí sama

Viðgerðin av sonevnda tollmálinum í Eystara Landsrætti trívur í nógv av tí sama, sum kom fram í Føroya Rætti.

Viðgerðin av sonevnda tollmálinum heldur í dag á á triðja degi í Eystara Landsrætti. Talan er um, at Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson kærdu dómin í Føroya Rætti, har tey vóru dømd fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen, inn fyri hægri rætt.

 

Viðgerðin byrjaði í síðstu viku og heldur á í dag og í morgin.

 

Fyrsta, sum hendi í morgun, var at Liljan Weihe aftur tók sæti á vitnistólinum. Verji hennara, Ove Liedke, hevði nakrar uppfylgjandi spurningar til hennara, áðrenn Christian F. Andreasen, sakførari hjá Jørgeni Niclasen, setti henni nakrar spurningar. Høvuðsendamálið við hesum spurningum var at fáa greiðu á, hvat slag av ábyrgd Liljan Weihe hevði av tíðindaflutninginum um tollmálið.

 

Sjálv vísti hon á, at hon ikki var til arbeiðis fyrstu vikurnar í januar 2014, tá málið var í hæddini og hon og verjin meta tí, at hon ikki hevði ábyrgd av tí, sum ført var fram millum annað í Degi og Viku hetta tíðarskeiðið. Liljan Weihe vísti á, at tríggjar ymiskar tíðindadeildir eru í Kringvarpinum, ein til útvarpstíðindi, ein til sjónvarpstíðindi og ein til heimasíðuna og at hon, hóast tíðindaleiðari, ikki hevur ein aktivan leiklut á øllum hesum redaktiónunum, og als ikki, tá hon er í feriu.

 

Síðani var tíðin komin at Jørgen Niclasen skuldi geva sína frágreiðing. Hann var í høvuðsheitum spurdur um tollkredittina, um hann visti, at hon var uppsøgd og so framvegis. Hann varð eisini spurdur um skuldi hjá N. Niclasen og annars um viðurskiftini millum Skipafelagið Føroyar.

 

Nú er ein lítil steðgur í rættarfundinum og eftir steðgin er tað danski verjin hjá kringvarpsfólunum, ið skal seta Jørgeni Niclasen spurningar.

 

Eftir tað verður byrjað upp á endaligu framløgurnar, fyrst frá Ove Liedke og Bjørn á Heygum fyri ávikavist tey trý starvsfólkini í Kringvarpinum og Svein Tróndarson og, allarhelst í morgin, frá Christiani F. Andreasen, sakførara hjá Jørgeni Niclasen.