Meiningsleyst!

Seinasta sunnudag var minningardagur teirra, sum lótu lív í ferðsluni. Í dag eru bert 358 dagar til næsta minningardag, sum verður 4. juli 2004. Tá fara menn og kvinnur einaferð enn at leggja blómur á tey støð, har ferðsluvanlukkur, ið førdu til deyðan, hava verið

Tann álvarsligi spurningurin er, um nakar av okkum, tú ella eg, verður atvoldin til, at blómur fara at verða lagdar á enn eitt stað næsta ár - eitt stað á vegnum, har vit koyrdu okkum ella í ringasta føri okkara besta vin í deyðan.
        Seinastu dagarnar hava vit sæð nógv vøkur blómutyssi fram við vegnum. Blómurnar minna okkum á øll tey mongu, sum fórust í ferðsluni.
Sama, hvussu vakran búnað vit lata orð okkara í, ber ikki til at siga tað øðrvísi enn, at hesi í flestu førum doyðu av skilaleysari koyring. Oftast vóru tað ungir menn, sum koyrdu - menn, ið ikki vóru nóg búnir at taka ta ábyrgd, teimum varð litin í hendi.
        Hagtølini siga, at tað her hjá okkum doyggja færri í ferðsluni nú enn fyri fáum árum síðani. Men fyri tann, ið missir sítt kærasta, siga hesi hagtøl einki. Hjá teimum er missurin hundrað prosent.
        Vit eiga øll somul, bæði tey, ið seta seg aftanfyri róðrið og tey, ið gera lógir og áseta reglur, at gera tað, sum stendur í okkara makt, fyri at slíkar meiningsleysar vanlukkur ikki skulu henda.
        Hjá tí, sum hevur ein at fara til við sorgini, er lættari enn hjá honum, ið einans hevur seg sjálvan til troystar. Men hóast vit trúgva, at ein er, ið er omanfyri alt, finst tó bert eitt orð, tá ferðsluvanlukkur kosta deyðan...
Meiningsleyst!

Yrking:

Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina.
   Eg eri eg, og tú ert tú. Tað, sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
   
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.
Flenn soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.
  
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat mítt navn framvegis hoyra upp í okkara húski.
  
Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabært, tað er, eins og tað altíð var, tað heldur á øld eftir øld.
  
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón?
  
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.
(Yrkjari ókendur)








<?xml:namespace prefix = o ns = """""""""urn:schemas-microsoft-com:office:office""""""""" /><o:p> </o:p>










<o:p> </o:p>










<o:p> </o:p>










<o:p> </o:p>