Politisku flokkarnir í Føroyum siga, at teir vilja fegnir hava kvinnulig valevni á listan, tá ið val er.
Tað staðfestir Demokratia, sum hevur til endamáls at fáa eitt betri kynsbýti í føroyskum politikki. Men demokratia ivast í, um viljin av álvara er til staðar.
Demokratia hevur spurt politisku flokkarnar, og kommunurnar, hvønn dent tey leggja á at tryggja eitt javnt kynsbýti á listunum.
Les eisini: Vilja hava fleiri kvinnur framat
- Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hava svarað spurningunum og tað hava nakrar kommunur, eisini, men tað eru kommunur, har listarnir ikki eru flokspolitiskir
- Svarini eru í høvuðsheitunum positiv, staðfesta tey í Demokratia.
Men tey ásanna samstundis, at tey høvdu ikki væntað annað.
Men so er bara spurningurin, um vilji av álvara liggur aftan fyri orðini og at flokkarnir, og tey, sum annars gera valevnislistar, fara at gera tað, tey kunnu, at tryggja kvinnum pláss á listunum, siga tey í Demokratia.
Tey staðfesta, at flokkarnir hava eina stóra ábyrgd, men tað kann kanska vera verri at fáa javnstøðu á listum, sum ikki eru flokspolitiskir, tí teir hava onga endamálsorðing at halda.
- Í Demokratia eru vit fullgreið yvir, at tað kann vera langt ímillum orð og gerðir, staðfesta tey í Demokratia.
Men orsøkin til at tey hava spurt politisku flokkarnar, og kommunurbar um hetta, er fyri at minna á tann ójavna, sum er í nógvum kommunustýrum
- Harvið vóna vit at skapa meira tilvit, soleiðis at enn meira verður gjørt fyri at fáa javnvág í, sigur Demokratia.
Og tey leggja afturat:
- Fyrsta treyt má vera, at kvinnur koma upp á listarnar, tí annars kunnu tær ikki veljast!