Meinigi føroyingurin á peningaliga pínibonkinum

Av heimsins londum, er Føroyar millum tey allar kostnaðarmiklastu at liva í. Millum annað er skatturin í toppi og vanligar matvørur, eru munandi kostnaðarmiklari, enn í flest øðrum londum í heiminum.

Hóast hetta hava politikararnir ítøkiligar ætlanir um at leggja stein oman á byrðu og oysa økt avgjøld og skattir yvir meiniga borgaran, soleiðis at hesin verður í vanda fyri at hokna undan. Satt at siga er meinigi føroyingurin um at verða spentur fastu á peningaliga pínibonkin. Verður hetta ikki steðgað kann væntast, at fráflytingin, sum vit sóðu í nítiárunum, aftur gerst veruleiki. Avleiðingarnar av hesum kunnu gerast sera álvarsamar og drúgvar.
Matvørurnar millum kostnaðarmiklastu í heiminum
Fleiri kanningar hava seinastu tíðina víst, at Føroyar er eitt av heimsins kostnaðarmiklastu londum at liva í. Millum annað eru matvørurnar sera kostnaðarmiklar og munandi kostnaðarmiklari hjá føroyinginum at keypa enn hjá íbúgvunum í øðrum londum. Seinastu tíðina eru fleiri kanningar gjørdar, sum vísa prísstigið á matvørunum, ið vit kunnu keypa í føroyskum handlum. Tann eina av kanningunum, ið Kristianna Rein hevur gjørt, vísti á, at um hugt verður eftir 32 gerandisvørum, eru hesar í miðal 56% dýrari enn í Danmark. Hetta eru ógvuslig tøl, tí frammanundan telist Danmark millum tey lond, ið eru kostnaðarmiklast at liva í.
Kostnaðarmikla mjólkin missir stuðul á 1 millión
Millum annað er mjólk í Føroyum meira enn tvífalt so kostnaðarmikil sum mjólk í Danmark. Hetta er í greiðari ansøgn við, at politiski mynduleikin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 hevur uppskot um at skerja stuðulin til mjólk við 1 millión krónum. Við hesum verður føroyska mjólkin helst enn kostnaðarmiklari. Hetta er sera óheppið, eisini tá hugsað verður um tann heilsuliga skaða, ið slíkt uppskot kann føra við sær, um mjólkanýtslan í Føroyum lækkar av hesum.
Føroyskar matvørur sleppa at hækka meira einn í grannalondum
Viðvíkjandi matvøruprísum er áhugavert at leggja aftrat, at í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2010, eru matvørurnar í Føroyum hækkaðar 5,6%-stig meira enn brúkaraprístalið sum heild. Til sammetingar kann sigast, at í Danmark eru matvørurnar í sama tíðarskeiði einans hækkaðar 0,1%-stig meira enn brúkaraprístalið sum heild. Hetta er greið tala og vísir ta lítlu kapping, sum er á føroyska detail-marknaðinum. Leggjast kann aftrat, at í Danmark hevur lønin eisini fygt prístalinum. Hetta er ikki galdandi í Føroyum.

Kappingarráðið niðurraðfest
Í hesum sambandi at hugvekjandi, at einans 3,3 fulltíðarstørv eru á Kappingarráðnum, tí tað er jú kappingarráðið, sum skal tryggja, at okursprísir ikki verða tiknir fyri vørurnar, ið verða seldar okkum føroyingum. Her átti politiski mynduleikin at havt størri ambitiónir og heldur økt játtanina til hetta økið, soleiðis at tryggjast kann, at meinigi føroyingurin ikki rindar meira fyri lívsins uppihald enn neyðugt.
Dropin, sum fær bikarið at flóta yvir?
Umframt at politiski mynduleikin ikki ger sítt til fyri, at tryggja, at matvørur kunnu keypast til kappingarføran prís í Føroyum, er nú eisini í uppskoti, millum annað at leggja økt avgjald á brennievni. Við øðrum orðum økist trýstið á meiniga føroyingin enn meira orsakað av politiska arbeiðslagnum, og tað gerst alsamt truplari at fáa dagligdagin at hanga saman fíggjarliga. Hetta er ein vandaleið at ganga og úrslitið kann gerast, at fráflytingin, sum vit sóðu hana í nítiárunum, aftur gerst veruleiki. Tá vera færri at rinda gildið og tá koma vit veruliga í trupuleikar.

Tað politikararnir noyðast at skilja er, at inntøkur bert kunnu økjast eitt ávíst við at hækka prísir, skattir og avgjøld. Fyrr ella seinni slær hesin framferðarháttur bakk og førir við sær, at inntøkurnar ístaðin lækka. Tað kann ikki verða ein gongd leið, áhaldandi at leggja stein oman á byrðu.

Fakfelagssamstarvið, ?Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.