Sum ein fylgja av karismatisku vekingini í sjeyutiárunum, byrjaðu einstaklingar fyrst í áttatiárunum at savnast til møtir í Hoyvíkar skúla. henda meinigheit varð manna millum kend sum Meinigheitin í Hoyvík, og hevur hon líka síðani havt ymiskt andaligt virksemi, fyrstu árini bæði í Hoyvíkar skúla og í Oasuni í Havn, og nú seinastu tvey æarini í øðrum bygningi Uppi á Brekku 3 í Hoyvík.
? Ásannandi at tað eru fleiri meinigheitir í Hoyvík, er avgerð tikin um, at henda meinigheit framyvir ikki skal eita »Meinigheitin í Hoyvík«, men »Fríkirkjan Oasan«, sigur Jóni Johannesen, sum er fyristøðumaður í Meinigheitini.
Hann sigur eisini, at tey fara at lýsa í dagbløðunum við tiltøkunum hjá Fríkirkjuni Oasuni.