Meinhardt: Vit høvdu tamarhald á dystinum

KÍ-málverjin helt seg ikki hava tað heilt stóra at gera í dystinum ímóti Skála í dag

KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen fegnast um, at KÍ aftaná seks dystir er haruppi, sum tað er stuttligt at verða. 

 

Hann heldur ikki, at talan var um ein av teimum mest strævnu dystunum í málinum hjá KÍ, tá KÍ í dag á heimavølli vann 1-0 á Skála.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra prátið, sum var við Meinhardt Joensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.