Niðurteljingin til seinna partin av danska kappingarárinum er um at vera liðug. 26. februar verður farið undir 19. umfar í superliguni. AaB, sum hevur Gilla Rólantsson millum teir, ið kappast um plássini á besta liðnum, skal spæla 29. februar á útivølli ímóti meistarunum í FC Midtjylland.
Í næstbestu deildini verða fyrstu dystirnir 6. mars. Tá skal Vendsyssel, sum hevur Meinhardt Olsen, Hall Hansson, René Joensen og Brand Hendriksson Olsen á liðnum, spæla á útivølli ímóti Køge.
Í gjár spældu AaB og Vendsyssel venjingardyst á heimavøllinum hjá Vendsyssel í Vrå. AaB vann 3-1. Gilli var ikki í AaB hópinum í gjár.
Vendsyssel minkaði um munin til 3-1, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Málskjútti var Meinhardt Olsen, sum spældi seinna hálvleik. René loysti eftir steðgin Hall Hansson av, og eisini Brandur Hendriksson varð skiftur út beinanvegin eftir steðgin.